Stefan fer at renna sítt maraton nummar 690

Stefan hevur átt týska metið á 1.690 km. Tað tók honum 13 dagar og 16 tímar at renna teinin.

Fyrsti týski luttakarin til Tórshavn Marathon kom við Norrønu í morgun.

 

Talan er um ein í altjóða høpi kendan marathon- og langteinarennara, Stefan Schlett.

 

Stefan hevur átt týska metið á 1000 miles, tað er 1.690 kilometrar. Tað tók honum 13 dagar og 16 tímar at renna hendan teinin.

 

Hann var fyrsti týskarin sum rann marathon á øllum sjey heimspørtunum.

 

Leygardagin, tá Stefan rennur Tórshavn Marathon fyri triðju ferð, væntar hann at brúka 4 tímar og 30 minuttir.

 

Hetta verður samstundis hansara marathon nummar 690.