##med2##
B36 hevði sítt hoyggj við TB í fyrra hálvleiki á Tórsvølli í kvøld. Í steðginum var støðan javnleikur 1-1, men í seinna hálvleiki fekk B36 sett tingini uppá pláss við trimum málum og einum 4-1 sigri.
B36-TB 4-1 (1-1)
1-0 Benjamin Heinesen (14.)
1-1 Poul Ingason (25.)
2-1 Meinhard E: Olsen (58.)
3-1 Stefan Radosavljevic (65.)
4-1 Stefan Radosavljevic (89.)
- Tað er ekstremt deiligt at vinna 4-1 og at fáa trý stig, sigur Stefan Radosavljevic, ið tó viðgongur, at tað var ein hvøkkur tá TB javnaði til 1-1 í fyrra hálvleiki.
Um stríðið í oddinum svarar Stefan professionelt, at teir í B36 fara at royna at gera sítt besta, og fara at royna at vinna sínar dystir, og sá má tíðin vísa hvussu langt tað røkkur.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum fimm málunum sum komu í dystinum millum B36 og TB.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Stefan Radosavljevic.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá TB, Michael L. Winther.
##ms##












