Stefan: Eg hugdi ikki uppá málverjan

(Rás2) Tvímálsskjúttin, Stefan Radosavljevic greiddi frá á Rás2 hvussu hann tryggjaði Suðringum sigurin í Sørvági

- Eg hugdi ikki uppá málverjan hjá 07 Vestur, tá eg setti bóltin í netið. Soleiðis greiðir tvímálsskjúttin hjá Suðringum, Stefan Radosavljevic frá um bæði brotsspørkini hann setti í netið, tá Suðringar vunnu 2-1 á 07 Vestur á Dungasandi í Sørvági í dag.

 

Fyri Stefan Radosavljevic og liðfelagarnir var tað ein góð uppreisn aftaná 0-4 stórtapið ímóti NSÍ farna sunnudag. 

 

Stefan Radosavljevic heldur, at hann og liðfelagarnir prógvaðu til fulnar í dag, at teir kunnu spæla góðan fótbólt.

 

Og endamálið undir venjaranum, Glenn Ståhl er at halda bóltin meir á jørðini, og spæla meir poleraðan fótbólt.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var við Stefan Radosavljevic í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 fyrr í kvøld. 

 

Samrøðan Rás2 hevði við Jón Krosslá Poulsen hjá 07 Vestur hoyrist HER