Steðgur í SAS-samráðingum eftir 33 tímar

Samráðingarfólk frá SAS og fakfelagnum hjá flogskiparum hava sitið til samráðingar út í eitt síðani gjáramorgunin til í kvøld

 

Flogfelagið SAS og fakfeløgini hjá flogskiparunum endaðu samráðingarnar um nátturðatíð í kvøld. Samráðingarnar halda fram í morgin.

Tað skrivar norska kringvarpið NRK.

Samráðingarnar halda fram í morgin klokkan 8, upplýsir norski semingsmaðurin Mats Ruland.

Partarnir høvdu verið saman í Stokkhólmi uttan steðg síðani leygardagin klokkan 10. Men eftir 33 tímar samráðingar uttan at verða komin til semju, steðgaðu samráðingarnar.

– Vit hava sitið so leingi í vón um at røkka eini loysn. Men tað megnaðu vit ikki, tí vit til tað punktið, hvar tað ikki longur er ráðiliga at sita, sigur Reger Kloksen, formaður í norska flogskiparafelagnum, við NRK.

– Vit eru til reiðar aftur í morgin tíðliga. Tað er ógvulig keðiligt, at tað blívur við at draga út, og vit ikki finna eina loysn. Tað harmast vit um vegna báðar partar, sigur hann víðari.

Eini 1000 flogskiparar hjá SAS í Danmark, Noreg og Svøríki hava verið í verkfalli síðani 4. juli.

Tað hevur ført til fleiri túsund avlýstar flogferðir fyri skandinaviska flogfelagið, sum er í stórum fíggjarligum trupulleikum.

SAS arbeiðir við at fremja eina bjargingarætlan, sum tey nevna SAS Forward. Ætlanin skal geva árliga sparingar upp á fleiri milliardir.

Men samstundis er felagið í stríði við flogskipararnar. Ein partur av orsøkini til stríði millum SAS og flogskipararnar er, at SAS undir koronufarsóttini mátti siga úr starvi umleið helmingin av flogskiparunum. 

Tað var tó ein avtala um at seta teir aftur starv, tá tað aftur var tørvur á teimum.

Flogskipararnir eru millum annað ónøgdir við, at SAS setir nýggjar flogskiparar eftir sáttmálum, við øðrum treytum í dóttirfeløgunum SAS Link og SAS Connect enn í SAS Scandinavia.

NRK skilir, at ein longdin á nýggjum sáttmála er eitt av høvuðsstríðsmálunum og nakað, sum enn verður samráðst um.

Flogskipararnir vilja hava ein seks ára sáttmála, men SAS nú krevur minst átta ár. Í hesum tíðarskeiði kunnu flogskipararnir ikki fara í verkfall ella samráðast um nýggjan sáttmála.

Síðani mikudagin hevur verkfallið kostað SAS upp ímóti 90 milliónir krónur um dagin. Tað upplýsti flogfelagið í tíðindaskrivi hósdagin.

Tá varð eisini sagt, at samlaðu útreiðslurnar fyri SAS higartil hava kosta upp ímóti 900 milliónir krónur.

Frammanundan hevur SAS stórar trupulleikar við at fáa endarnar at røkka saman. Roknskapurin fyri annan ársfjórðing víst síðst í mai at felagið hevði hall upp á meira enn eina milliard krónur.

Verður hallið frá fyrsta ársfjórðingi roknað við hevur SAS í fyrru hálvu í ár mist yvir 2,5 milliardir krónur.

Hósdagin vóru boðini harumframt, at 2550 flogferðir higartil vóru avlýstar sum avleiðing av stríðnum. Tað hevur sambært SAS rakt fleiri enn 270.000 ferðafólk.

Tað kann so haldast upp ímóti, at SAS allan juni flutti góðar 1,9 milliónir ferðafólk sambært ferðsluhagtølum felagsins.

 

SAS hevur ikki flogið til Føroya seinastu tvær vikurnar.

/ritzau/