Samgongutingmenninir Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen gera nú enn eina roynd at sannføra samgonguna um, at tunnilsuppskotið hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, er eitt vánaligt og illa umhugsað uppskot, ið eigur at vera felt.
Tað verður gjørt, nú kallað er á samgongufund um Eysturoyartunnil og Sandoyartunnil seinnapartin.
Í hvassorðaðum brævi til allar samgongulimir grundgeva Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen fyri sínum sjónarmiðum.
Samgongulimirnir vísa á eina røð av viðurskiftum í privata tunnilsleistinum hjá Kára P. Højgaard, sum eftir teirra tykki ikki eru í lagi.
Yvirskipað meta Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen, at landsstýrið bindir seg til eina rúgvu, meðan privata tunnilsfelagið lítlar og ongar bindingar hevur. Eisini vísa teir á, at tað er beinleiðis skeivt at siga, at uppskotið hjá landsstýrismanninum er trygdin fyri at Eysturoyartunnilin verður gjørdur. Tí lógaruppskotið gevur bara burtur konsessiónina til privata felagið, sum í fimm ár kann gera hvat teimum lystir, meðan landið einki kann gera.
Víðari skriva samgongutinglimirnir millum annað:
- Eitt tað mest órógvandi í lógaruppskotinum er, at landsstýrið bindur seg til ikki at broyta normar fyri tunnlar. Ger landsstýrið tað, so skal landsstyrið enntá rinda loyvishavanum endurgjald! Tað má metast at vera óhoyrt at frítaka privatan loyvishava fyri allar broytingar í galdandi bygginormum, og sum vituliga fara at verða samtyktir framyvir.
- Tað er púra skeivt at samtykkja nýggjar skattareglur í einum uppskot um ein undirsjóvartunnil. Tað er í skattalógini broytingar skulu gerast, og skulu tær tá galda fyri øll feløg.
- Harafturat er ásett, at kommunur sum byggimyndugleiki kunnu verða tiknar av ræði. Tað er burturvið at taka kommunurnar av ræði, bara fyri at røkka eini semju við ein útlendskan investor.
Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen finnast eisini hvassliga á, at alt skal vera loyniligt.
- Til samanberingar hevði tað verið óhugsandi, at danskur ministari fekk heimild at undirskriva eina avtalu um einkarætt til brúnna um Oyrasund, sum Fólkatingið ikki kendi innihaldið av, siga Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen í skrivi til samgongulimirnar.
Teir báðir finnast eisini at kostnaðinum og kravinum um avkast í privatu avtaluni:
- Tað er eingin vissa fyri og eftirlit við, at CIP ikki fer at leggja sína príslegu so ovarlaga sum gjørligt. Ætlanin er sostatt at lóggeva yvirnormalan vinning niður í eitt útlendskt felag, siga Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen.
Samgongutinglimirnir siga seg bart út hava ilt við at skilja, at Innlendismálaráðið leggur navn til eitt lógaruppskot, sum á so nógvum økjum víkir frá teimum treytum og mannagongdum,
Hoyr samrøðu við Bjarna Djurholm og Bárð Nielsen í tíðindunum á Rás2 klokkkan 12.