Løgreglan hevur gjørt eitt sindur burtur úr at kanna ferðsluna hetta vikuskiftið. Millum Fjarða fær ein bilførari bót, og klipp í koyrikortið fyri at hava koyrt ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman, har tað annars er loyvt at koyra 80.
Ein bilførari er tikin fyri at koyra við kenning. Og heilt tíðla sunnumorgunin stillaði løgreglufólk seg við innkomuvegin til Havnar, har tey steðgaðu øllum bilunum, sum vóru á veg til Havnar. Tey siga, at tey steðgaðu heilt nógvum bilum fyri at vita um bilførararnir høvdu drukkið, men teir vóru allir edrúir, so har var eingin sak.
Annars meldaði ein bileigari, at bilurin hevði verið fyri herverki, men tá ið skaðin var kannaður, sóu tey, at talan var ikki um herverk men um ein gamlan skaða, sum eigarin ikki hevði varnast.