Steðga ?rákoyringini?

 
Tíðindaskriv
Ráðið fyri Ferðslutrygd
 Norðmenn ganga nýggjar leiðir í royndini at bøta um ferðslutrygdina. Teir eru farnir at nýta motorsport at fyribyrgja vanlukkum.
Fyri at steðga ?rákoyringini? á landsvegunum, vilja teir gera eina roynd, at fáa hesar bilførarnar inn á øki, ið eru ætlað til hetta endamálið. Hesar miðstøðirnar skulu rekast privat, men kommunurnar ætla eisini at gjalda ein part av rakstrinum treytað av, at tað kann skjalprógvast, um átakið bøtir um ferðslusiðin hjá limunum.