Stavarnir gera mun

Komandi vikuskiftið skipar Parkinsonfelagið fyri tiltøkum í sambandi við, at felagið hevur keypt 60 pør av nøkrum serligum stavum til fólk, ið á ein ella annan hátt hava ilt við at ganga. Somuleiðis hevur felagið fingið eina danska kvinnu við Parkinsonsjúku at koma til Føroyar at halda fyrilestur og vísa, hvussu hesir stavar kunnu nýtast

Fríggjakvøldið heldur Mej-Britt Kraglund fyrilestur í MBF húsinum um, hvussu tað er at liva so ungur við Parkinsonsjúkuni, hvussu hon fekk hana staðfesta og hvussu hon fann útav, hvaðani hon hevði fingið hana.
Mej-Britt veit, at hon hevur arvað sína sjúku, og heldur hon, at tað kann vera ein orsøk til, at so nógvir føroyingar fáa Parkinson.
? Foreldur míni eru í familju við hvønnannan, og bæði bera tey arvagenið upp á Parkinson, so tað var ein 25 % møguleiki fyri, at tey kundu fáa eitt barn, sum fekk Parkinson. Og eg var so eitt av teimum 25 %, greiðir Mej-Britt frá.
Mej-Britt skal eisini leygardagin verða við til ein gongutúr, sum Parkinsonfelagið skipar fyri, har hon skal vísa, hvussu eitt ávíst slag av stavum verða brúktir.
Hesir stavir eru góðir fyri øll, sum hava trupulleikar at ganga. Mej-Britt sigur, at teir eru serliga vælegnaðir til Parkinsonsjúklingar, tí sum hon sigur, tey hava so at siga mist tónleikini í teirra gongulagi.
? Stavirnir gera, at tú á ein sjálvstøðugan hátt kanst venja teg við at ganga aftur. Somuleiðis kunnu teir við tíðini gera, at tú rættar ryggin meira, meðan tú gongur. Eg var sjálv øgiliga skeptisk, tá teir komu fram, men eg vil mæla einum og hvørjum, sum hevur trupulleikar at ganga at royna teir, sigur Mej-Britt Kraglund.

Áhugaverd søga
Mej-Britt Kraglund er 40 ára gomul og hevur havt Parkinsonsjúkuna í tíggju ár. Hon eigur fýra børn og er útbúgvin innan heilsuverkið.
Søgan hjá Mej-Britt er sera áhugaverd, tí tað tók langa tíð, áðrenn tað varð staðfest, hvat bagdi henni. Hetta komst fyrst og fremst av, at hon má sigast at vera sera ung við hesari sjúku, men hon visti allatíðina sjálv, at tað var okkurt heilt ávíst, sum bagdi.
Hon sigur, at tað var ein ræðulig tíð, inntil sjúkan var staðfest, men hon hevur lært nógv av hesi tíð og metir, at hon av tí sama kann geva øðrum í líknandi støðum góð ráð.
Somuleiðis hevur Mej-Britt kannað, hvaðani hennara sjúka stavar frá, og hevur hon fingið staðfest, at hon hevur arvað hana.
? Útfrá mínum genum kundi staðfestast, at eg havi arvað hesa sjúkuna frá báðum mínum foreldrum, og tað var ein lætti at fáa tað staðfest, tí so visti eg, at tað var onki, sum eg kundi gjørt øðrvísi til tess at forða hesum, sigur Mej-Britt, sum í dag sigur seg liva eina lukkuliga tilveru saman við sínum fýra børnum í aldrinum 5 til 17 ár.
Hon kemur til Føroya hósdagin og fyrilesturin verður í MBF húsinum fríggjakvøldið. Gongutúrurin verður leygardagin klokkan 15.