Tí málið er komið á tingborð, og tað skal avgreiðast áðrenn hendan vikan er farin, tí tá fer tingið í summarfrí.
Í 2009 var tingsins vilji, at hesi stavir skuldu við í starvraðið. Men tingið vildi ikki gera tað við lóg. Eftir at Málráðið hevur havnað ynskinum hjá løgtinginum, so hevur Henrik Old, tingmaður Javnaðarfloksins, lagt málið fyri tingið.
Spurningurin er so, um hetta er eitt lógarmál, ella eitt mál, sum løgtingið skal taka støðu til. Í øllum førum eru sjónarmiðini hjá løgtinginum og hjá Málráðnum ikki samanfallandi – og taka vit fólksins vilja, so sampakka sjónarmiðini hjá Málráðnum heldur ikki við fólkaviljan – sambært kanningini hjá Lóðir, sum sigur, at 64 prosent av føroyingum taka undir við, at hesir fremmandu stavir skulu sleppa inn í stavraðið.
At stríðast um smálutir duga føroyingar væl – og skriftmálið hevur mangan verið kastibløka í so máta. Men fyri tað kunnu vit fegnast um, at so nógv fólk hava áhuga fyri málinum og fyri stavsetingini. Tí øll eru vit samd um, at vit vilja verja og varða málið – um enn vit ikki altíð eru samd um leiðina.
Men hevði eingin slóðað fyri, so hevði móðurmálið hjá okkum langt síðani verið farið fyri bakka. At málið er varðveitt, og skriftmálið endurskapt, er eitt bragd, sum slóðarar hava staðið fyri, og sum vit eiga at vera stolt av sum fólk og tjóð og takksom fyri.
Tað er ikki altíð so lætt at skilja, hví fólk leggja so stóran dent á, at hesi fremmandi stavir, sum fleiri okkara nýta dagliga, partú ikki skulu hýsast í stavraðnum.
Vit hava fyrr á hesum stað víst á tað, sum ein kendur skúlamaður, Jeffrei Henriksen, segði. Hann heldur, at vit skulu nýta føroyskt-vesturlendskt stavrað, sum er tað føroyska saman við x, y, z, w og q. Hann lærdi børnini tað uttanat við at syngja tað við lagnum til »Vilt tú, vilt tú«:
A Á B C D Ð E F G H I Í J K L MN O Ó P Q R S T U Ú V W X Y Ý Z Æ Ø
Hann helt eisini, at danska »å« og íslendska »Þ« kundu setast aftast eftir tørvi.
Um málið ikki verður súltað í Mentanarnevndini, so skal tingið taka støðu, um hesir stavir við lóg skulu trýstast inn í stavraðið. Tað er óheppið, at málsligar ósemjur skulu avgerast á tingi.