Stauss systrarnar í Christianskirkjuni

Sveisisku systrarnar Monika Stauss Joensen, violin og Andrea Stauss Hofmann, klaver, fara at spæla í Christianskirkjuna í Klaksvík í morgin, leygardagin klokkan 11.

Tær báðar byrjaðu at spæla saman sum heilt ungar, og hóast Monika er gift til Leirvíkar og í fleiri ár hevur búð í Føroyum, hava tær báðar luttikið saman í nógvum tiltøkum í heimlandinum.

Soleiðis fara tær eisini at spæla í Sveits í summar, tá íð Monika fer heimaftur at vitja.

Umframt konsertir í norðursveits fara tær at spæla í suðursveits, Brissago, sum liggur beint við italienska markið.

Nú Andrea vitjar í Føroyum, og tey fyrireika seg til konsertirnar, sum tey fara at spæla í summar í sveits, fara tey at bjóða til matiné í Christianskirkjuni.

À skránni standa løg millum annað eftir Tartini, Massenet, Boccherini, Schubert og Seitz.

Øll eru hjartaliga vælkomin til eina løtu við violin og klaver tónleiki í Christianskirkjuni, leyðardag, 30.juni kl.11.