Staunton møguliga írskur landsliðsvenjari

Eftir síðstu undankapping, har tað ikki eydnaðist Írlandi at kvalifisera seg til HM-endaspælið, gjørdi venjarin Brian Kerr av at gevast. Fleiri royndir venjarar hava verið settir í sambandi við venjarasessin eitt nú Sir Bobby Robson, Terry Venables og Martin O´Neill.
Men nú er líkt til, at tað verður tann lutfalsliga óroyndi Steve Staunton, ið gerst landsliðsvenjari hjá Írlandi. Samráðingar hava verið millum Staunton og írska fótbóltssambandið, og tað frættist, at samráðingarnar hava gingið væl.
Staunton er í løtuni hjálparvenjari hjá Paul Merson í Wallsall, og hann hevur leikt 102 landsdystir fyri Írlandi, og tað er met.