Tá so er, so fært tú ta »bestu« pensjónina. Í førinum hjá Karsten Hansen er tað staturin, sum kemur at rinda tað mesta, meðan landskassin sparir tilsvarandi.
Og fært tú eina tænastumannaeftirløn, so skal tú ikki hava eina almenna løn eisini. So um Karsten Hansen vildi rættiliga skorað kassan, so kundi hann farið á Kósina at arbeitt. Tá hevði hann fingið alla ta løn, hann megnaði at tjena pluss tær 30.000 krónurnar, hann tá hevði fingið í landsstýrispensjón.
Tann møguleikan hava Jóannes Eidesgaard og Anfinn Kallsberg...