Fjølmiðlaábyrgd
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Bent Falbert, blaðstjóri á Ekstrablaðnum heldur tað vera gott, at vit í Føroyum ikki hava eina líknandi skipan sum tey í Danmark, tí skipanin bara skerjir pressufrælsið sum hann málber seg.
-Vit hava reglar nokk í Danmark. Statsligir reglar fyri hvat pressan má og ikki má er ein løgin sjálvmótsøgn. Tað átti ikki at komið fyri í einum fólkaræði. Tað kann gott vera, at man skal eina fjølmiðlanevnd, men so skal tað vera frívillugt og ikki nakað, sum staturin stendur á odda fyri.
At sama fjølmiðlanevnd skal stinga út í kortið reglar fyri, hvat pressan kann, er burturvið, tí tá kann tað henda, at staturin stýrir miðlunum leggur hann aftrat.
Men hann heldur skipanin við fjølmiðlanevnd er til at liva við og vísir á, at borgarar tvs. lesarar klagaðu til fjølmiðlanevndina 19 ferðir yvir greinar í Ekstrablaðnum í 2004 men fingu bert viðhald í fýra av málunum. Tað er til at liva við. Sjálvandi gera vit mistøk.
Óneyðugt við felags reglum
Hann heldur tó ikki, at tað er ikki neyðugt at hava felags reglar fyri allar miðlar. Eg haldi man gott kann ímynda sær, at tvey bløð síggja ymiskt uppá ymisk viðurskifti. Tey flestu vita, at bløðini kenna hugtakið fairplay. Haldi tað er í lagi, at tað er munur á miðlunum, at onkur liggur til vinstru, onkur til høgru osfr. Lesararnir kunnu so bara keypa tað teimum dámar.
Bent Falbert dámar betur, at ónøgdir lesarar kunnu fara beinleiðis til dómstólarnar eru teir ónøgdir við nakað. Tað finst lóg fyri, hvat tú kanst loyva tær í miðlunum, og eru lesarar ónøgdir kunnu teir bara fara til dómstólarnar. -Eg eri prinsipielt ímóti einum stovni, sum skal hava eftirlit við pressuni. Man kann brúka dómstólarnar. Men tað er í lagi, at tað finst ein skipan sigur hann og heldur fram:
Pressufrælsið ein gáva
-Reglar skulu sjálvandi avspegla tað samfelag man livir í, men latið vera við at gera ov nógvar reglar. So leggja tit bond á pressufrælsið, sum er ein gáva. Tað er ikki ein pest, sum tú skal stríðast ímóti. Orðið skal vera frítt eisini til at skelda hvønn annan út. Men ein hørð debat er best í eini ávís, har tann, sum verður álopin, skal fáa møguleika at svara. Tað er har fairness skal vera. Tað skal ikki vera við at tú leggur bond á teg sjálvan, tí man er bangin fyri at blíva hongdur út í fjølmiðlanevndini. Tað er betri, at tú á einum blað tekur ábyrgdina, heldur enn at tað situr eitt statsorgan og regulerar alt.