Málið er tað mest umfatandi av øllum teimum málum, sum Finansiel Stabilitet hevur reist ímóti stjórum, nevdnarlimum og í nøkrum førum grannskoðarum hjá bankum, sum eru farnir á húsagang – har føroyski Eik Banki var ein teirra.
Tann einasti av teimum 15 persónunum og grannskoðarafelagið BDO, sum skal gjalda endurgjald, er Finn Strier Poulsen, stjóri.
Hann skal gjalda tvær milliónir krónur av einum gravi upp á 550 milliónir krónur.
Tað hava verið 149 rættarfundir síðani september 2017. Málið hevur umfatað gott 80.000 síður í skjølum. Dómurin fyllir 3.600 síður.
Ebh Bank fór av knóranum í 2008.
/ritzau/










