Staturin eigur Christiania

Hægstirættur í Keypmannahavn staðfesti í dag, at tað var í lagi, tá Slots- og Ejendomsstyrelsen í 2004 gjørdi av at taka brúksrættin frá íbúgvunum í Christiania við 18 mánaðar freist. Tað vildu íbúgvarnir ikki góðtaka. Teir kærdu avgerðina til landsrættin, men taptu, og í dag staðfesti Hægstirættur so avgerðina hjá landsrættinum.

Hægstirættur sigur í úrskurðinum, at sama hvat skiftandi ráðharrar hava sagt, so er løgfrøðin í stuttum tann, at Christiania hevur bara fyribils brúksrætt til økið. Sakførarin hjá christianittunum hevur eina aðra uppfatan.

-Ígjøgnum 32 ár hava 11 verjumálaráðharrar og 14 stjórnir sagt, at Christiania hevur rætt til Christiania, segði Knud Foldschack aftan á avgerðina hjá Hægstarætti.

Tey, sum búgva í Christiania, samráddust í fleiri ár við tað almenna fyri at fáa ein sáttmála um økið, men einki kom burturúr. Claus Hjorth Frederiksen, fíggjarmálaráðharri, segði seinnapartin, at íbúgvarnir kunnu keypa Christiania, um tey hava hug til tess. Hann nevndi tó ongan prís.