Statt nú við títt orð, harra løgmaður!

?Heðin Mortensen?, borgarstjóri
---------------

Fyri nøkrum døgum síðan er grein á heimasíðu Fíggjarmálaráðsins, har fíggjarmálaráðharrin kunngerð broytingar í umsitingini av barsilsskipanini og kundatænastuni hjá TAKS. Ein partur snýr seg um ábyrgdarbýti millum TAKS og Gjaldstovuna, felagsumsiting o.s.fr., tað mesta praktiskir upplýsingar uttan stórvegis almennan áhuga. Tó, mitt í hesi lýsing frá Jóannesi Eidesgaard stendur stutt og greitt:

”Upplýsast skal, at Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum og Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum hava avtalað at flyta umsitingina av útgjaldinum frá Barsilsskipanini frá ALS í Tórshavn til TAKS í Suðuroy. Talan verður um 3 størv, ið verða flutt til TAKS í Suðuroy.”

Soleiðis. Stutt og greitt. Tveir landsstýrismenn hava ”sínamillum avtalað” at sundurliða ein almennan stovn. Vit skunda okkum at lesa víðari fyri at finna grundgevingina fyri enn einaferð at sindra ein stovn og flyta hann úr Havnini. Og vit finna hetta:

“Endamálið við hesum broytingum er at skapa betri karmar fyri loysn av teimum ymsu uppgávunum, ið stovnarnir hava. Talan verður ikki um nýggj størv, men flyting av størvum millum stovnar í Havn og flyting av trimum størvum úr Havn til Suðuroyar. Eisini er ætlanin nakað seinni at flyta 3 størv afturat til TAKS í Suðuroy.”

Hevði hetta verið ein saklig grundgeving, so kundu vit kanska staðfest, at hon var røtt. – Løgmaður roynir í grein í dag at verja avtaluna og sigur m.a., at talan er ikki um politiska flyting, men um umsitingarliga flyting, ið stjórin á TAKS hevur gjørt av.

Hetta er møsn. Ein stovnsleiðari kann ikki taka slíka avgerð einsamallur, tí sjálvandi skal politisk semja vera um slíkt mál. Í hesum føri er politiska semjan tó bert avtalað millum landsstýrismennirnar Jóannes Eidesgaard og Johan Dahl, hetta hava teir sjálvir boðað frá á heimasíðu Fíggjarmálaráðsins.

Endamálið er tí greitt, at hetta snýr seg einans um at flyta stovnar fyri at skapa nøkur fá eyka arbeiðsplass uttanfyri miðstaðarøkið. Var nøkur meining í galskapinum, so skuldi ein slík politisk semja ella sum í hesum føri ein avtala millum tveir landsstýrismenn heldur verið um tiltøk, sum kunnu skapa nýtt virksemi sum veruliga munar – gera kakuna størri, heldur enn at pilka molar burtur av. Gera økini sterk, uttan at Havnin av teirri orsøk viknar.

Ongin viðmerking er at finna á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum, seinasta greinin har var ein pástandur um, at matfestivalurin í Havn við fyribils lappaloysnum kortini kanska kundi lata seg fremja – hóast hann beint tá var avlýstur, tí hann júst ikki kundi fremjast! Har er av sonnum framdrift.

Rossahandil ella økismenning

Onkur kanska hugsar, at talan er ikki um valstríð ella rossahandlar. Helst er talan um økismenningarpolitikk. Men dagin eftir felagskunngerðina frá landsstýrismonnunum fáa vit at vita, at landsstýriskvinnan í økismenningarmálum als ikki hevur hoyrt um málið. Og ikki bara tað – hon er ímóti, at slíkar avgerðir verða tiknar yvir nátt uttan nakra politiska viðgerð yvirhøvur. Hvør skal siga, hví so hava ein landsstýrismann í økismenning yvirhøvur?? 
Fyri stuttum upplivdu vit hetta sama, tá landsstýrismaðurin í heilsumálum flutti Heilsutrygdina til Klaksvíkar. Ikki kundi hann leggja fram eina einastu sakliga grund fyri, at Heilsutrygd húsaðist best í Klaksvík. Nakrar grundgevingar vórðu nevndar, men tær vóru als ikki sakligar – og í besta føri sera tunnar. Hvørki fakligar, fíggjarligar ella vanliga rationellar grundgevingar eru komnar fram, men bert slíkar, ið mest líktust verju av tilvildarligum avgerðum!

Og nú vísir Annika Olsen á, at tá fekk Axel Johannesen greitt at vita frá løgmanni, at hetta átti at verið viðgjørt í landsstýrinum, og at í framtíðini skuldu einstakir landsstýrismenn ikki flyta stovnar uttan at hetta hevði verið fyri á landsstýrisfundi. Og sjálvandi taka vit fult undir við Anniku Olsen, nú hon krevur, at løgmaður stendur við sítt orð, og gevur landsstýrismonnunum við vinnumálum og fíggjarmálum greið boð um at taka hesa flytingina aftur.

Sambært bløðunum, so ætlar løgmaður sær ikki at gera hetta. Sostatt bendir einki á, at landsstýrið enn hevur sæð skriftina á vegginum, men bara roynir at fortelja øðrum, hvussu landsins ognir verða best røktar og vardar – uttan sjálvt at vita ella vísa, hvat tað merkir. Vit hava ferð eftir ferð sæð, hvussu milliónir oman á milliónir verða blástar upp í luftina, tí nú skal nakað nýtt og øðrvísi roynast, og so er eisini hesa ferð. Her er einki nýtt!

Sundurliðing virkar ikki? 
Eg hugsaði, at vit vóru komin longur. At billa sær inn, at meira og minni sundurliðaðir almennir stovnar skulu seta gongd á menningina í útjaðaranum, og at teimum á baki skal koma eitt betur vinnulív, mentanarlív og alt møguligt annað, er alt ein stór misskiljing, tí sum oftast er náttúrliga gongdin júst tann øvugta. Men tað hevur einki at siga, tí endamálið er bert at tøma miðstaðarøkið fyri almennar stovnar – sjálvt um tað ikki virkar.
?Jóannes Eidesgaard og Jóhan Dahl valdu heldur at ganga í fótasporunum hjá teimum, ið halda tað geva besta úrslit, at almennir stovnar verða spjaddir í so nógvar ættir sum gjørligt, hetta hóast at løgmaður fleiri ferðir hevur sligið fast, at kravið fyri breiðum semjum at røkka settum málum er, at tora at hava felags langtíðarmál og seta egnu áhugamál til viks fyri at tæna landi og fólki.
?Um tað snýr seg um rossahandlar og/ella egin áhugamál kann veljarin taka støðu til. Men løgið er tað, at vit enn einaferð eru vitni til eina slíka ódemokratiska avgerð, sum frá degi til dags hevur broytt tilverugrundarlagið hjá trimum familjum í Havn – umframt trimum aftrat seinni.

Tí fari eg at loyva mær at krevja av løgmanni, at hann stendur við sítt orð og tryggjar, at eitt mál sum hetta verður sakliga viðgjørt – eisini politiskt.