35 milliardir krónur skulu bankarnir í danska ríkinum skjóta inn í ein grunn, sum skal hjálpa kreppuraktum bankum. Hetta er parturin hjá bankunum, og tað, sum fer út um hesar 35 milliardirnar, tryggjar danski staturin.
- Tað nýggja í øllum hesum er, at øll innlán nú verða tryggjað. Fyrr var trygdin bert upp til 300.000 krónur, men nú tryggjar danski staturin altso øll innlán uttan mun til, hvussu stór tey eru, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.
Tíggju milliardir verða settar av til at bjarga bankum, sum fara av knóranum, meðan hinar 25 milliardirnar verða settar sum trygd.
Danski staturin tryggjar danska fíggjarmarknaðin, men tað hendir ikki heilt uttan treytir. Fíggjareftirlitið kann krevja avskrivingar og samanleggingar.
Eitt annað, sum hesin hjálparpakkin eisini tryggjar, er lán millum bankar. Tað verður við til at tryggja kreppuraktum bankum likviditet, sum er alneyðugt fyri at bankarnir kunnu yvirliva.
- Men tað týdningarmesta við hesum hjálparpakkanum er, at tað skapar frið á fíggjarmarknaðinum, og tað er gott, tí við tí ófriði, sum hevur verið, hevur tað skapt ótryggleika og misálit á bankarnar, sigur Janus Petersen.
Hesin hjálparpakkin strekkir seg yvir tvey ár, og danski staturin tryggjar sum nevnt øll innlán og øll lán millum peningastovnar hesi komandi tvey árini.
Lítla ávirkan
Sum nevnt eru føroysku peningastovnarnir eisini umfataðir av hesum hjálparpakkanum, men Janus Petersen heldur ikki, at hesin hjálparpakkin fær tað heilt stóru ávirkanina á Føroya Banka ellar hinar føroysku peningastovnarnar.
- Vit hava ein ógvuliga góðan solvens í Føroya Banka upp á 20%, har kravið er 8%. Samstundis er gjaldførið eisini rímiligt, so hjálparpakkin fer neyvan at merkjast hjá okkum. Men hinvegin fer pakkin at skapa frið á fíggjarmarknaðinum, og hann fer at skapa álit á bankunum aftur, og tað kemur so eisini okkum til góða, sigur Janus Petersen.
Føroysku peningastovnarnir hava sama fíggjareftirlit og sama tjóðbanka sum danskir bankar, og kollapsini, sum hava rakt danskar bankar hava skapt óvissu mótvegis danska bankakervinum, sum so aftur hevur havt ávirkan hendavegin.
- Eingin er sterkari enn veikasta liðið, og tað sum nú hendir við hesum hjálparpakkanum er, at hondin verður hildin undir veikastu bankunum, sigur Janus Petersen.
Hann heldur ikki, at øll kreppan er av, og hann væntar, at vit fara at síggja fleiri samanleggingar komandi tíðina.
- Tað, sum hjálparpakkin ger, er at skipa ein stovn, sum kann fara inn og leggja bankar saman ella á annan hátt tryggja, at bankar verða bjargaðir frá konkursi. Men hetta fer neyvan at verða aktuelt fyri føroyskar peningastovnar, tí teir eru sum heild væl fyri, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.
Innskotini frá bankunum í danska ríkinum er grundað á neyðuga eginpeningin, og Janus Petersen sigur, at ikki eru lidnir at rokna partin hjá Føroya Banka út, men at talan bert verður um nakrar milliónir krónur.
Vit hava ikki fingið alt útrokningargrundarlagið til taks, men talan verður helst um nakrar milliónir krónur. Eg rokni tó ikki við, at talan verður um eina trísifraða upphædd, sigur Janus Petersen.