Statskvett í mentamálaráðnum

Tað er løgmaður, og ikki politiskir flokkar, sum setir landsstýrismenn í starv, sigur Anfinn Kallsberg. Hann er ónøgdur við framferðina hjá Tjóðveldisflokkinum, nú Annita á Fríðriksmørk er farin til arbeiðis í mentamálaráðnum, hóast hon ikki er formliga tilnevnd enn

Tjóðveldisflokkurin hevur borið seg skeivt at í tilnevningini av nýggjum landsstýrismanni við mentamálum.
Tað bendir alt á, nú tað frættist, at Annita á Fríðriksmørk hevur sett seg í heitasta stólin í mentamálaráðnum. Sosialurin hevur spurt seg fyri í Mentamálaráðnum, og har vátta tey, at Annita á Fríðriksmørk longu er farin til arbeiðis sum mentamálaráðharri, hevur fingið egnan skrivara og e-post adressu, hóast hon ikki formliga er sett í starv enn.

Hongur ikki saman
Tjóðveldisflokkurin hevur samtykt, at Annita á Fríðriksmørk skal avloysa Høgna Hoydal sum landsstýrismaður við mentamálum. Men hóast Høgni Hoydal bæði er floksformaður og varaløgmaður, so eru tað hvørki hann ella flokkurin, sum formliga gera av, hvør skal sita í mentamálaráðnum. Ta avgerðina eigur løgmaður einsamallur sambært stýrisskipanini. Hann setir og loysir landsstýrismenn úr starvi og hevur eftirlit við teimum.
Tí er tað eisini fallið Anfinni Kallsberg løgmanni fyri bróstið, at Tjóðveldisflokkurin tekur sakina í egnar hendur. Løgmansskrivstovan boðar nú í almennum tíðindabrævi frá, at løgmaður hevur gjørt av at seta nýggjan landsstýrismann í mentamálum mikudagin 17. september 2003. Móttøka verður á Løgmansskrivstovuni sama dag klokkan 14.30.
Í hesum sambandi staðfestir løgmaður soleiðis:
»Í fjølmiðlunum hevur verið at hoyrt, at Tjóðveldisflokkurin hevur tilnevnt nýggjan landsstýrismann í mentamálum, og í dag bórust tíðindi í útvarpinum um, at Annita á Fríðriksmørk er farin til verka sum landsstýrismaður.
Hetta hongur ikki saman. Sambært lóg um stýrisskipan Føroya er tað einans løgmaður, sum kann seta landsstýrismenn,« ljóðar tíðindabrævið, dagfest 10. september.

Líkt statskvetti
Hetta kann ljóða sum ein lítil paragraff-petitessa, men hinvegin eru orsøkir til, at vit hava greiðar reglur og lógir. Tær skulu haldast.
Ein løgfrøðingur í umsitingini, sum Sosialurin hevur tosað við, heldur fyri við einum smíli á varrunum, at hetta minnir um eitt statskvett. Rættast hevði verið, um eingin landsstýrismaður slapp inn um dyrnar í einum aðalráði, uttan at hann hevði eitt undirskrivað pappír frá løgmanni í hondini, har váttan er fyri, at viðkomandi er tilnevndur landsstýrismaður. Annars kann Guð og hvør maður møta upp og vera við, at hann er nýggjur landsstýrismaður, sum er komin at seta seg inn í málini.

Alneyðug ábyrgd
Løgmaður undirstrikar, at tað ikki er fyri fáa balladu ella skapa ravagu, at hann hevur lyft fremstafingur ímóti sínum samstarvsfeløgum. Men hann heldur tað hava stóran týdning, at skipanin, sum vit liva undir, verður vird.
? Hetta stendur greitt í stýrisskipanarlógini, sum er til at halda. Í síðstuni hevur tú fingið ta fatan, at tað er Tjóðveldisflokkurin, sum setir nýggja landsstýrismannin, men tann ábyrgdin er mín, sigur Annfinn Kallsberg.
Fyri løgmann snýr málið seg um, at vit mugu liva upp til ta ábyrgd, sum stýrisskipanarlógin leggur á hvønn einstakan landsstýrismann, íroknað løgmann.
? Tá tú gerst landsstýrismaður, tekur tú bæði við avgerðarrættinum og ábyrgdini á einum øki, og tað mugu vit halda fast við. Ein landsstýrismaður, sum enn ikki er settur, kann ikki taka avgerðir, og tí ber hetta als ikki til. Landsstýrismaðurin Høgni Hoydal, sum er settur av løgmanni, hevur ábyrgdina fyri mentamálum, til eg havi sett ein nýggjan, og tað verður mikudagin komandi, staðfestir Annfinn Kallsberg løgmaður.