Í dag fer nýggj sending í luftina á Rás 2. ?Statoilstøðin? er ein beinleiðis sending, ið verður send úr Statoilstøðunum kring landið. Í sendingini, sum fer í luftina kl 17:15, verður prát, vinningar og sjálvandi góður tónleikur
Vertur í sendingini er sumbingurin Fimmboði Lisberg. Í dag verður sent úr Statoilstøðini í Klaksvík, og tey á Statoilstøðini bjóðað ein ókeypis kaffimunn og okkurt søtt til børnini ? so tað er bara at koma ein túr framvið Statoilstøðini á Nólsoyar Pálsgøtu í Klaksvík í dag. Eisini hava vit frætt, at tey í Statoil fara at hava okkurt framúr gott tilboð meðan sendingin er í luftini.
Sendingin ?Statoilstøðin? verður send hvønn mánadag, mikudag og fríggjadag í vetur, og fer manningin at vitja tær ymsu Statoilstøðirnar í landinum.
Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at slík sending verður send í Føroyum.
Sendingin verður at hoyra fyri fyrstu ferð í í dag kl. 17.15 á Rás 2.