Norska oljufelagið StatoilHydro, sum er lokomotivið í føroyskari oljuleiting, hevði eitt risastórt yvirskot í farna ári uppá 43 milliardir norskar krónur eftir skatt
Eitt tað virknasta oljufelagid á føroyaøkinum, StatoilHydro, arbeiðir vid stórum tølum á botnlinjuni. Yvirskotið í 2008 var yvir 43 milliardir norskar krónur eftir skatt. Driftúrslitið, tvs úrslitið áðrenn fíggjarligar útreiðslur og skatt var slakar 200 milliardir norskar krónur. Heilar 137 milliardir krónur vórðu goldnar í skatti. 53% av nettoyvirskotinum, ella 23 milliardir krónur, verður goldið út til parteigararnar í vinningsbýti.
Felagið framleiddi í meðal 1,9 millionir tunnur um dagin av kolvetni i 2008.
í tíðindaskrivi verður sagt, at felagið fekk 20 nýggj leitiloyvi í 2008, har Føroyar eru nevnd ímillum Alaska, Brasil, Kanada og Mexicoflógvan. Felagið boraði heili 79 leitibrunnar í 2008 og av hesum vóru kolvetni funnin í 35 av teimum. Leitiútreiðslurnar av hesum vóru 18 milliardir krónur.
Til tess at halda gongd í framleiðsluni og útbyggingini av nýggjum oljufeltum, væntar felagið, at samlaðu íløgurnar fyri 2009 verda slakar 80 milliardir krónur umframt leitiútreiðslur uppá 16 milliardir krónur.
Felagið sigur seg annars verða sera væl nøgt vid úrslitið, og sigur, at bæði framleiðslan og leitivirksemi er hægri enn nakrantíð, og heldur seg verða væl fyri til at stýra ígjøgnum búskaparligu kreppuna, vit í løtuni eru í.