StatoilHydro fer at gera íløgu í eitt alduorkuverk, sum verður framleitt eftir tekningum frá Ocean Power Delivery (OPD). ODP fer at royna tað fyrsta alduorkuverkið, av hesum slagnum, uttanfyri Porturgal.
Felagið er heimahoyrandi í Edinburgh í Skotlandi, OPD hevur bygt alduorkuverkið Pelamis. Pelamis er grekst, sum á føroyskum merkir sjóormur.
?Sjóormurin? arbeiðir í sjónum, alt eftir hvussu aldurnar eru, flótandi løgur, sum er í orminum, verður pumpaður við hátrýsti til hydrauliskar motorar, har elektromotorarnir verða drivnir.
?Sjóormurin? flýtur í vatnskorpuni, júst sum myndin vísir, teir streymgevandi káplarnir verða lagdir eftir botninum til lands, har teir verða settir til el-kervið.
OPD hevur gjørt sáttmála við porturgisiska felagið Enersis, um byggjan av slíkum alduorkuverkið
Í fyrsta umfari er talan um eitt alduorkuverk, sum skal geva 2,25 MW, men møguleiki er at útbyggja verkið. Ætlanin fær stuðul frá ES og portugisisku mynduleikunum.
ODP er eisini við í fleiri slíkum ætlanum, sum verða framdar í bretskum sjógvi.










