Fyritøkan Largestcompanies hevur kannað 40 tær størstu vinnufyritøkurnar í Norðurlondum, og har sæst, at norska oljufelagið Statoil er tað størsta.
Svøríki er best umboðað á listanum við 18 feløgum, Noreg hevur átta og Danmark og Finnland sjey í part. Men hóast sviar eiga tey flestu av teimum størstu vinnufeløgunum, eiga teir ikki tey allarstørstu. Næst Statoil er finska telefelagið Nokia, og á triðja plássi er danska A.P. Møller-Mærsk Group. Síðani koma tvey svensk, bilaverksmiðjan Volvo og orkufelagið Vattenfall.
Tølini hjá Largestcompanies vísa, at umsetningurin hjá teimum 40 feløgunum var 535 milliardir evrur í fjør, og at tað var 12 prosent meiri enn í 2009. Stockholm News skrivar, at hóast vinningurin hjá feløgunum vaks nógv í fjør, gav tað bara 2,5 prosent fleiri arbeiðspláss.










