Tað gamla í Føroyum og aðra staðni hevur verið, at servisu-støðirnar hjá oljufeløgunum hava eitt stórt verkstað og ein lítlan handil. Seinastu árini hava vit sæð fleiri dømi um tað øvugta. Statoil-støðin í Klaksvík hevur eisini valt at leggja alla servisu-støðina um. Stóra verkstaðið, sum hevur verið knýtt at støðini, flytir úr bygninginum og handilin verður enn størri. Umleið helmingurin av verkstaðnum verður tikin uppí handilin og tað gevur grundarlag fyri einum størri útboði av vørum.
- Handilin fer stórt sæð at selja tað sama sum nú, vanliga vøru, ið verður seld á bensinstøðum og so bensin sjálvandi. Úrvalið verður eitt sindur størri. Og tað fer at bera til at fáa ein heitan kopp av kaffi, tá ið tú annars ger ørindi inn á støðina, sigur Hans Waag frá Statoil.
Ímeðan arbeitt verður við at umbyggja handilin verður selt úr einum leigaðum húsvogni, ið er settur á økið við síðuna av.
- Tað hava vit valt bæði við atliti til starvsfólkini og viðskiftafólkini, men ikki minst fyri at fáa arbeiðið skjótari frá hondini. Handilin letur upp aftur um mánaðarskiftið mai-juni ella til Norðoyastevnu í nýggjum hami, sigur Hans Waag.
Hvussu nógv umbyggingin kostar vil Statoil ikki avdúka, ei heldur hvussu nógv fólk vitja inn á støðina hvønn dag, men tey eru sum skilst nógv. Støðin liggur við høvuðsferðsluæðrina í Klaksvík, Nólsoyar Pállsgøtu. Hóast bilverkstað ikki verður knýtt at støðini í framtíðini ber Statoil ikki ótta fyri, at færri viðskiftafólk fara at koma inn á gólvið.
Umleið 10-12 fólk eru knýtt at servisu-støðini og dagligur leiðari er Óli Marnar Christianssen. Bilverkstaðið hjá John Heinesen, ið hevur verið við í bygninginum, flytir á ídnaðarøkið á Borðoyavík. Enn er hesin bygningurin ikki liðugur.