Statoil, sum stendur fyri boringini hjá oljufeløgunum Phillips, Veba Oil og Enterprise Oil, hevur gjørt av at flyta ætlaða boristaðið nakrar kilometrar frá síni upprunaligu ætlan. ? Ætlanin var at bora í blokki 6005,19 nakrar fáar kilometrar frá markinum, men eftir at hava hugt nærri at jarðfrøðiligu upplýsingunum frá økinum longur norðuri hava vit gjørt av heldur at bora í grannateiginum 6005,15 sigur Rúni Hansen, stjóri fyri leitingini hjá Statoil við Føroyar. Upprunaliga ætlanin var at bora í sokallaða Pegasusprospektinum og síðani at bora hin brunnin í Longuprospektinum fyri norðan. Nú er so býtt um uppá hesi bæði. Hetta merkir so aftur, at komandi boring hjá Statoilsamtakinum nú liggur tætt upp at tí økinum, har BP fer at bora í summar.
Í hesum sambandi skal kanningarskipið Geo Searcher gera kanningar rundan um ætlaða boriplássið. Skipið hevur ligið á Havnini í nakrar vikur og bíðað eftir veðri. Men enn eru aldurnar ov høgar til at gera hesar kanningar. Rúni Hansen sigur, at tær nýggjastu metingarnar siga, at økið fyri norðan, sum liggur tætt uppat loyvinum hjá BP sýnist at vera so mikið áhugavert, at teir hava valt at byrja við tí og verður tí neyðugt við ymsum kanningum av botninum. Í fjør gjørdi eitt annað kanningarskip, Geo Scanner kanningar á havbotninum í tí upprunaliga boristaðnum.
Seinkað
Ætlanin var annars at fara undir at bora í juni, men tað verður so helst útsett nakað. Boripallurin Sovereign Explorer, sum Statoilsamtakið hevur leigað til hesa uppgávuna, hevur borað í Afrika og hevur eisini havt eydnuna við sær har, soleiðis at tað fara at ganga nakrar vikur eyka, áðrenn pallurin kemur inn í føroyskan sjógv. Hann skal eisini fyrst bora ein brunn í írskum sjógvi.
Rúni Hansen sigur, at teir tí helst fara at bora ein mánaða seinni enn ætlað tvs. hol verður sett á seinnapartin av juli. Hetta kann fáa avleiðingar fyri Amerada Hess-samtakið, tí teir skulu brúka sama pall sum Statoil. Vanlig tekur tað millum 50 og 60 dagar at bora ein brunn, so vit nærkast oktober mánað, áðrenn boripallurin verður tøkur hjá Amerada Hess-samtakinum. Sosialurin skilur, at hetta nýtist ikki at vera nakar trupulleiki, men tað skulu so heldur ikki koma fleiri seinkingar, um Amerada Hess skal bora við hesum pallinum í ár.
BP framskundar?
Síðani er tað BP, sum eisini fer at bora í summar, møguliga tveir av teimum trimum brunnunum, sum felagið hevur játtað at bora komandi trý árini. Ætlanin var at bora fyrsta brunnin um ólavsøkutíð, men Sosialurin skilur, at BP helst fer at framskunda boringina til í juni. BP hevur leigað pallin Jack Bates til uppgávuna.










