Klaksvík:
Gongur tað, sum Statoil og KÍ vilja og ætla, so fer KÍ at vera meiri sjónligt í kappingini um heiðursmerkini og meistaraskapin, enn felagið var tað í fjør.
Á tíðindafundi í KÍ-caféini hósmorgunin varð kunngjørt, at Statoil og KÍ hava gjørt enn ein stuðulssáttmála. Og at Finn Johannesen kemur at taka sær av ungdómsarbeiðinum í felagnum komandi kappingarárið.
Formaðurin í KÍ, Gestur Hovgaard, beyð vælkomin og síðani greiddi hann stutt frá samstarvinum, sum er og hevur verið millum KÍ og Statoil. Hann fegnaðist um at sáttmálin nú var komin í hús.
? Høvuðsstuðulsavtalan fevnir fyrst og fremst um fyrstu deild menn hjá KÍ, men onkrar smærri broytingar eru tó í sáttmálanum í mun til tann gamla, greiddi Gestur frá.
Higartil hevur Statoil staðið einsamalt á klæðunum hjá spælarunum, men tað kann broytast nú, so at pláss verður fyri øðrum stuðlum eisini. Ein onnur broyting er so eisini tann, at hesin sáttmálin bert er fyri eitt ár, meðan tann gamli var fyri tvey.
- Vit miðja eftir at vera millum trý tey fremstu liðini í ár, og henda avtalan er ein týðandi partur í at røkka hesum málinum, segði Gestur Hovgaard. Og Hans Waag, sølu- og marknaðarleiðarin hjá Statoil, ið sum ungur var íðin KÍ spælari, hevði hug at spenna boðan eitt sindur hægri:
- Tá ið vit fyri einum ári síðani skrivaðu undir sponsoravtalu við KÍ, søgdu vit, at vit fóru at verða nøgdir, um KÍ endaði millum fýra tey bestu. Men hesa ferð vóna vit, at KÍ fer at vinna meistaraskapin, segði Hans Waag. Statoil sigst hava serliga góða undirtøku í Klaksvík, og tað kann væl hugsast, at tað eisini hevur við tað at gera, at KÍ og Statoil samstarva.
Gestur segði, at felagið hevur eisini arbeitt við at fáa ein annan stóran stuðul, men tað tíverri ikki eydnaðist, so tískil verður Statoil einsamallur høvuðsstuðul hjá KÍ kappingarárið 2005.
Hans Waag legði aftur at Gesturi, at hetta tilsamans var tann tíggjundi sáttmálin, sum varð undirskrivaður millum KÍ og Statoil.
Ungdómsvenjari
Finn Johannesen verður høvuðsungdómsvenjari hjá KÍ komandi kappingarár. KÍ hevur gjørt nógv við ungdómsarbeiðið seinastu árini, og formaðurin helt fyri við atliti at úrslitunum hjá teimum yngru deildunum seinasta kappingarár, at nú byrjar tað arbeiðið at kasta av sær.
? Serliga 2004 vísti, at nú er ungdómsarbeiðið við at koma uppundan, segði Gestur.
Finn Johannesen hevur ? umframt at verið ungdómsvenjari í øðrum feløgum - havt samstarv bæði við Everton og Liverpool í ensku fótbóltskappingini, og tað væntar leiðslan í KÍ kann hava stórar møguleikar við sær fyri ungu spælararnar í felagnum.
Annars greiddi Gestur eitt sindur frá fyrstu deildar hópinum hjá KÍ.
? Tað hevur verið ein ávís tilgongd, men sjálvandi eisini frágongd, men vit meta, at hópurin er rímuliga breiður til komandi kappingarár, og eisini er hann nakað yngri enn hann hevur verið, greiddi Gestur frá.
Danski áleyparin hjá KÍ, Jacob Bymar, hevur boðað felagnum frá, at hann ikki verður við aftur á liðnum fyribils, tí at hann fer at gera sína herskyldu í Danmark.
Tað harmaðist Gestur um, men samstundis fegnaðist hann um, at Allan Joensen er við at koma seg eftir sín drúgva skaða og tí helst aftur verður at síggja á fyrstu deildar liðinum hjá KÍ komandi kappingarár.