Statoil minkar um virksemið í Føroyum

Vit vænta ikki, at vit koma at hava stórvegis virksemi komandi tíðina í Føroyum, sigur Rúni M. Hansen.

- Vit vænta ikki, at vit koma at hava stórvegis virksemi komandi tíðina í Føroyum, sigur Rúni M. Hansen, stjóri fyri Føroya-økinum hjá Statoil, við oljan.fo. Hann sigur, at teir tó fara at varðveita eina minni skrivstovu í Føroyum. Kringvarpið bar í gjár tíðindini, at Statoil eisini hevur sagt fólki úr starvi.

- Hetta er ikki nøkur óvanliga støða hjá okkum, har vit leita eftir olju. Vit vistu, áðrenn vit boraðu, at tað var óvist, um vit raktu við olju ella gass. Hetta er ikki ókunnugt fyri starvsfólkini hjá okkum heldur. Tí valdu nøkur av teimum at royna annað arbeiði, tá virksemi minkaði í Føroyum, sigur Rúni M. Hansen við oljan.fo

Statoil umsitur enn eitt leitiloyvi í Føroyum, sum er loyvi, har Súla Stelkur varð boraður. Her hevur felagið biðið um loyvi at leingja freistina fyri loyvinum, fyri at vinna sær betri tíð at gera alt arbeiðið liðugt.