Jan Mülller
Ein av avleiðingunum av herviligu dálkingarvanlukkuni í Meksikanska flógvanum kann gerast, at norska oljufelagið Statoil fer at vera enn meira virkið um okkara leiðir. Felagið er sum er rættiliga virkið á Atlantsmótinum, tað er vestan fyri Hetland og eystan fyri Føroyar. Nú BP eftir øllum at døma verður tvungið til at selja út av sínum ognum ljóðar í norskum miðlum, at Statoil fylgir væl við gongdini og er eitt gott boð uppá at keypa part av oljufeltum, sum BP í dag umsitur. Tað er ikki útilokað, at eitt slíkt keyp eisini kann koma at umfata stóru framleiðandi oljufeltini skamt frá føroyska markinum, Foinaven og Schiehallion, sum BP eigur.
Tað er norska netsíðan E24 umframt Dagens Næringsliv og onnur norsk bløð, sum rør framundir, at norska fyritøkan kann gerast eitt av teimum feløgunum, sum fer at keypa av ognum hjá BP. –Statoil er heilt givið við, tá sølan byrjar. Felagið hevur nógvar pengar og arbeiðir víða um sigur ein framstandandi kolvetnisbúskaparfrøðingur, Øystein Noreng við E24.
Selja fyri 200 mia. Kr.
BP ætlar at selja ognir fyri 200 milliardir krónur. BP ynskir at minka um skuldina við at selja burtur av sínum ognanum. Tað fer at merkja, at BP frá at framleiða 4 milliónir tunnur um dagin, eftir søluna fer at framleiða 3,5 milliónir tunnur.
Enn er óvist, hvar BP fer at selja út. Men nógva staðni arbeiðir BP á djúpum vatni, eitt nú nærhendis føroyska markinum, og at ein møguleiki hjá Statoil, sum eisini arbeiðir nógv á djúpum vatni, er, at felagið fer at keypa partar av Foinaven og Schiehallion oljufeltunum vestan fyri Hetland, um hesi verða til sølu.
Statoil borar í 2011
Sosialurin hevur roynt at fáa eina viðmerking frá Statoil í Føroyum, men tað hevur ikki eydnast. Vitandi at felagið satsar nógv vestan fyri Hetland í sambandi við møguliga útbygging av Rosebank oljufeltinum, er ikki óhugsandi, at tað hóskar væl inn í strategiina hjá felagnum eisini at gerast eigari í oljufeltunum í grannalagnum, Foinaven og Schiehallion. Statoil stendur annars fyri at skula bora tveir brunnar á føroyska landgrunninum komandi tvey árini. Annar brunnurin verður helst boraður í 2011 tætt við Rosebenkfundið, sum Statoil eigur stóran part í. Felagið stendur annars fyri helvtini av øllum loyvum á landgrunninum.
Hugsast kann, at tað eisini kann gagna framtíðar virksemi á føroyska landgrunninum, um Statoil gerst meira virkin partur av verandi framleiðslum nær markinum. Hetta ætlaði Sosialurin at spyrja Statoilleiðsluna um.
Tað er annars eisini hugsandi, at áhugin fyri at gera íløgur í leiting á Atlantsmótinum, sum enn er lítið kannað, fer at vaksa, nú leiting aðrastaðni á djúpum vatni er steðgað fyribils. Spurningurin er tí eisini, um vanlukkan í Meksikanska flógvanum í longdini kann fáa positivan týdning fyri áhugan at leita eftir kolvetni í okkara parti av heiminum.
jan@sosialurin.fo