Býráðslimir í Tórshavn hava seinastu tíðina gramt seg í fjølmiðlunum um, at oljudálking hevur verið á Havnarvág. Ein partur av hesari dálking stavar frá einum oljuleka hjá Statoil.
Niels Juel Nattestad, stjóri á Statoil, váttar fyri Sosialinum, at felagið hevur havt ein leka á einum røri. Hann sigur, at hesin lekin var staðfestur mikudagin 22. august, og stig vórðu tikin til at steðga lekanum.
? Rørið var beinanvegin tømt, og vit sendu ein froskmann niður at kanna lekan. Harumframt legði sløkkiliðið eina oljusperru út, so oljan ikki skuldi breiða seg meira, sigur stjórin á Statoil.
Rørið, sum talan er um, er eitt importrør, sum verður nýtt at taka olju inn við. Nýtt rør verður lagt ein av komandi døgunum.
Vita ikki hvussu leingi
Stjórin dugir ikki at siga, hvussu leingi olja er likin á sjógv, men hann sigur, at talan er um ein lítlan leka.
Lekin var einar tjúgu metrar frá sjónum, og tá rørið er undir jørð, sæst lekin ikki beinanvegin. Nú er rørið grivið upp, og lekin skal tettast.
? Tað er altíð ein fyrimunur at hava rørini omaná, men í hesum førinum ber tað ikki til, tí rørini kunnu ikki liggja á bryggjuni, sigur Niels Juel Nattestad.
Tað vóru menn, sum løgdu merki til, at olja bráaði við bryggjukantin, og tað var soleiðis, at funnið varð fram til oljulekan.
Í størsta álvara
Stór oljudálking hevur verið á Havnarvág seinastu tíðina, og tí taka býráðslimir trupulleikan í størsta álvara. Schumann Hjaltalin sigur í samrøðu við blaðið í dag, at hann hevur skotið upp at seta á stovn eina umhvørvisdeild undir býráðnum, sum skal taka sær av slíkum dálkingum.