Oljuumhvørvi
Felagið, sum hevur hildið til í Tórsgøtu, fer ein av komandi døgunum at flyta inn í gamla smiðjubygningin, úti á Bryggjubakka 31, har Fiskasølan hevur hildið til í eina tíð. Sum skilst, so fær oljufelagið munandi betri pláss til sítt virksemi. Statoil er eitt av teimum stóru oljufeløgunum, sum er mest virkið í leiting á landgrunninum. Roknast kann við, at tað eisini verður tað oljufelagið, ið fær tillutað flest loyvi í 2. útbjóðingarumfarinum, sum eftir øllum at døma verður kunngjørt komandi mánadag.
Nú flutt verður inn á Bryggjubakka kann sigast, at økið er vorðið oljuumhvørvi burturav. Frammanundan húsast í grannalagnum bæði italska oljufelagið AGIP og tað føroyska Føroya Kolvetni . Í síni tíð vórðu eisini oljufeløgini Texaco og Saga partur av umhvørvinu m í Vágsbotni. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa nakra viðmerking frá Statoil til ætlanina at flyta.










