Umhvørvisstovan hevur givið Statoil loyvi til nýtslu og burturbeining av kemikalium í sambandi við boring av leitibrunninum Brugdan II .
Boringin er í loyvi 006 á knattstøðu 61°1542.75 N og 04°59 48.93 V, umleið 100 km í ein landsynning úr Føroyum. Dýpið, har borað verður, er umleið 484 metrar.
Boringin er ætlað at byrja um hálvan juni í ár og er mett at taka í mesta lagi 131 dagar, íroknað at flyta boripallin á staðið, at bora og læsa brunnin og at flyta pallin av staðnum. Boripallurin COSL Pioneer verður nýttur til boringina.
Loyvið fevnir um nýtslu og burturbeining av kemikalium, sum verða brúkt í sambandi við boringina.
Í viðgerðini hevur Umhvørvisstovan lagt dent á, at tey loyvdu kemikaliini ikki eru seint niðurbrótilig í náttúruni, ikki upphópast í livandi verum og ikki eru eitrandi. Í loyvinum eru harumframt settar treytir um botnkanningar nærhendis brunninum, bæði áðrenn og aftaná boringina, um umhvørvisstýring, viðgerð av burturkasti, o.a.








