Nú verður farið undir at kanna, hvussu aling kann fremjast á harðbalnum økjum. Arbeiðið verður skipað sum ein 4 ára Ph.D.-verkætlan í samstarvi millum Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum, University of New Hampshire í USA, og vinnufyritøkur í Føroyum. Tað er Statoil-bólkurin við Statoil, Phillips, Enterprise og Petro-Canada, sum letur Náttúruvísindadeildini 2.6 mill. kr. til verkætlanina.
Álitisváttan á Náttúruvísindadeildina
Hóast tað ikki er vanligt um okkara leiðir at fara undir Ph.D-verkætlanir fyrr enn eftir lokið kandidatprógv, hevur 28 ára gamli havnamaðurin Øystein Patursson fingið verkætlan sína "Fish Farming Cages for Exposed Sites" góðkenda sum Ph.D.-verkætlan við University of New Hampshire í USA. Øystein Patursson var millum teir fyrstu, sum í 2002 tóku BS prógv í kolvetnisfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Í útbúgvingini hevur hann m.a. fingið eitt gott grundarlag í støddfrøði og veskumekanikki, sum ger hann føran fyri at fara undir hesa verkætlan. So hetta er at meta sum dygg álitisváttan á BS-útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum.
Verkætlanin
Verkætlanini fer at menna ástøðiliga og verkliga vitan um útgerð, sum kann gera aling á streymasjógvi møguliga. Øystein skal menna og brúka stødd- og alisfrøðilig modell til tess at finna fram til hóskandi útgerð at brúka í harðbalna økinum kring oyggjarnar í Føroyum. Samstarvsparturin University of New Hampshire er millum fremstu granskingarstovnar innan menning av alitøkni at brúka á harðbalnum økjum.
Vegleiðarar hjá Øystein Patursson verða Knud Simonsen, Ph.D., lektari á Náttúruvísindadeildini, saman við professara á University of New Hampshire.
Verkætlanin verður liðug á sumri 2007.
Statoil-bólkurin fíggjar meir
Statoil-bólkurin hevur frammanundan fíggjað tríggjar aðrar Ph.D.-verkætlanir á Náttúruvísindadeildini. Tann fyrsta av hesum er liðug og varð vard fyri Ph.D.-heitið í juni 2003; hon var um mekaniskar eginleikar hjá undirgrundini. Hinar báðar eru í gongd. Ein teirra er um hættir at kanna seismisk signalir, og hin snýr seg um at menna eitt støddfrøðiligt modell fyri alduviðurskifti við Føroyar. Haraftrat fíggjar Statoil-bólkurin eitt 2 ára Post. Doc. granskingarstarv á Náttúruvísindadeildini, umframt at bólkurin hevur latið fígging til setan av professara í parttíðarstarvi og til uppbygging av BS-verkfrøðiútbúgving innan kolvetni.










