Statistar til jarðarferð

Filmsfólkini handan Buzz Aldrin leggja í løtuni seinastu hond á upptøkurnar í Føroyum. Teimum tørvar nú statistar. Millum annað til eina jarðarferð í Saksun Sum nevnt fleiri ferðir fyrr í vár, fara upptøkurnar til ?Buzz Aldrin, hvor ble det av det i alt mylderet?? fram í Føroyum í summarmánaðunum. Leiklutirnir eru allir settir, bilar eru funnir, og so smátt er klárt at fara undir upptøkurnar.

Men nú manglar filmsliðnum statistar til ymsu upptøkurnar. Nevnast kann, at statistar millum annað skulu nýtast til eina jarðarferð í Saksun og til eina upptøku inni á Café Natúr. Eyð Matras, ið samskipar hendan partin av upptøkunum, sigur at tey skulu nýta umleið 80 fólk, og at tey skulu vera at finna í aldursbólkinum 25-70 ár. Brúk er fyri báðum kynum, og væntandi skulu statistarnir nýtast í fleiri upptøkum.

Í Saksum verður tikið upp frá 16. juli og fram eftir, og á Café Natúr eftir ólavsøku. Byrjað verður at taka upp 23. juni, og tíðliga í juni mánaði skulu allar upptøkurnar vera lidnar.

Tey, ið hava hug at vera statistar í filminum, sum er bygdur á skaldsøguna eftir Johan Harstad, kann seta seg í samband við Eyð Matras á eymatr@post.olivant.fo við upplýsingum um aldur, kyn, telefon nummar og nær tey eru tøk.

Samsýning verður latin statistunum.