Í starvsvenjing á Tjaldurs Apoteki

Kristina Thomassen og Karla A. Vang ganga báðar í 10. flokki í Eysturskúlanum. Í tveimum teimum síðstu vikunum hava tær verið í starvsvenjing á Tjaldurs Apoteki

Frá mánadegnum 14. nov. til fríggjadagin 25. nov. hava 10. flokkarnir í Eysturskúlanum verið í starvsvenjing. Tær báðar Kristina Thomassen og Karla A. Vang valdu báðar at royna Tjaldurs Apotek. Kristina hevði hoyrt frá einari vinkonu, ið hevði verið har áður, at hetta staði var sera áhugavert. Eisini vildi hon síggja hvussu tey arbeiddu har. Karla hevur harafturímóti áhuga fyri medisini, og hevur hugsað um at gerast sjúkrasystur. Hon søkti fyrst inn á Landsjúkrahúsið, men av tí at aðrir praktikantar vóru har, valdi hon ístaðin Tjaldurs Apotek.

Eftir tveimum áhugaverdum og arbeiðssomum vikum, eru tær sera væl nøgdar. Tær fingu eitt fjølbroytt skema at ganga eftur, har tær m.a. hava lært at seta vørur upp á pláss, gera reseptir og pakkað ymisk medisin.

Vit spurdi tær so til seinast, um tær høvdu viljað havt hetta sum arbeiði. Har ivaðist Kristina eitt sindur og segði, at tað var sera áhugavert, men ikki júst tað rætta fyri hana. Karlu dámdi sera væl og hevur enn ætlanir um at gerast sjúkrasystur.