STARVSVENJING: Sanna Gunarstein á Tjaldurs apotek

 

Hvussu dámar tær starvsvenjingina?

Mær dámar tað væl. Her er ikki so nógv at gera beint nú, men onkuntíð er tað nógv at gera.

 

Hvat hevur tú gjørt higartil?

Eg havi millum annað verið við heilivági til landssjúkrahúsið.

 

Hvussu dámar tær starvsvenjingina, í mun til skúlan?

Eg sleppi at sova eitt sindur longri. Men eg sakni vinfólkini í skúlanum.

 

Hevði tú tonkt tær at arbeiða her seinni í lívinum?

Rokni ikki við tí.

 

(eftir Paula Jensen og Bjørk Eyðfinnsdóttir.)