Nýggja starvsnevndin í ÍSF hevði sín fyrsta nevndarfund í gjár. Hetta var ein góður og positivur fundur. Nógv umráðandi mál og avbjóðingar standa fyri framman og fer starvsnevndin til verka við áræði, skrivar ÍSF á heimasíðuni.
Les eisini: Vit vildu lodda dýpið
Starvsnevndin skipaði seg við Jon Hestoy sum varaforseta. Elin Heðinsdóttir Joensen var vald sum forseti á aðalfundinum hjá ÍSF tann 20 mai.
Starvsnevndin er nú manna við Elini Heðinsdóttir Joensen sum forseta, Jon Hestoy sum varaforseta og John Kjær, Sigurd Rasmusssen og Schandorff Vang eru nevndarlimir.