"Starvsmannafelagið vil her gera greitt, at vit fult og heilt stuðla Føroya Lærarafelag í blokadutiltøkum teirra og fara vit samstundis at mótmæla og átala, at Mentamálastýrið nýtir loyniligar blokadubrótarar, at gera uppgávurnar til skrivligu próvtøkurnar í sambandi við fráfaringarroyndirnar hjá 9. og 10. flokkunum, og sum eru raktar av blokaduni hjá Føroya Lærarafelag..
Heldur enn at fara undir slík undirgravandi og ódámlig spjaðingartiltøk, átti tað er verið meira sømuligt og sjálvsagt, at hildið seg til ta semju, sum gjørd er millum partarnar 30.04.2000 og fingið hesa sett hesa í verk. - Hetta tiltak tykkara, er til lítlan sóma fyri tygum og Mentamálastýrið !
Vit vilja eisini greitt boða frá, at vit nokta limum okkara, at taka upp arbeiði, sum er rakt av blokaduni hjá Føroya Lærarafelag.










