Vit fara staðiliga at heita á Fútarættin, um at vísa málinum frá sær, við tí grundgeving, at Fútarætt-urin ikki eigur ella kann taka støðu í einum slíkum málið.
Í øðrum londum verða slíkar ósemjur viðgjørdar í einum arbeiðsrætti eftir serligum reglum. Slíkar ar-beiðsrættarligar reglur galda ikki í Føroyum, og ætlanin við fútaforboð eftir rættargangslógini hevur ikki verið, at hetta skal brúkast til arbeiðsrættarligar trætur av hesum slagi.
Viðmerkjast skal, at spurningurin um at seta skipanina við arbeiðsrætti í gildi í Føroyum, sum vit kenna ml.a. í Danmark, hava flestu fakfeløgini í Føroyum avvíst, meðan vit harafturímóti hava lagt uppskot fram um skipan av viðkaðum gerðarrætti, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum semjast um. Hetta mál er ikki loyst enn.
Vit fara tí eisini at boða frá og staðfesta, at vit fara ikki at góðtaka tann praksis, sum hevur vundið upp á seg við at Fútarætturin steðgar lógliga rætti fakfelaganna til at taka stig, tá sáttmálin verður brotin, og vilja vit eisini taka stig til at hindra, at hendan manna-gongd sleppur inn á okkara sáttmálaøki.