-Avgerðin hjá Føroya tele at siga Jákup Danielsen úr starvi er eitt álvarsmál, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum Starvsmannafelagið viðger nú málið um uppsøgnina av Jákupi Danielsen á Føroya Tele.
Jákup Danielsen hevur verið deildarleiðari á Føroya Tele í góð 10 ár, harav tey bæði seinastu árini sum depilsleiðari fyri sølu. Harumframt hevur hann sitið í konsern-nevndini hjá Føroya Tele, og tí skal talan vera um serligar umstøður, fyri at hann kann verða sagdur úr starvi.
-Eg havi bara fingið at vitað, er ætlanin er at leggja deplar saman. Men eg skilji ikki, hví eg fekk valið ímillum at siga upp ella at verða uppsagdur, tá stórur tørvur er á arbeiðsfólki á arbeiðsplássinum. Fakliga var einki at seta fingurin á, og sølutølini hava verið í vøkstri øll árini, sigur Jákup Danielsen við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Formaðurin í Starvsmannafrelagnum, Gunnleivur Dalsgarð, sigur, at uppsøgnin er eitt álvarsmál.
-Sum nevndarlimur er Jákup Danielsen eins væl vardur og eitt álitisfólk. Talan skal sostatt vera um serligar umstøður, fyri at hann kann verða uppsagdur, sigur hann.