Starvsmannafelagið stevnir Føroya Tele

Starvsmannafelagið hevur gjørt av at stevna Føroya Tele í sambandi við uppsøgnina av Jákupi Danielsen Starvsmannafelagið heldur uppá, ay Jákup Danielsen varð koyrdur úr starvi av órøttum, og tí hevur felagið gjørt av at stevna Føroya Tele.

-Føroya Tele hevur arbeitt ímóti lógini og sáttmálanum, og tí stevna vit, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum, Gunleivur Dalsgarð, við Kringvarpið.

Jákup Danielsen hevur verið í starvi sum deildarleiðari á Føroya Tele í 10 ár. Seinastu tvey árini sum depilsleiðari fyri sølu. Harumframt hevur hann verið í koncern-nevndini hjá Føroya Tele. Kortini visti hann av ongum, fyrr enn hann fekk uppsøgnina.

Eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum og Føroya Tele kunnu álitisfólk ikki sigast upp, uttan so at málið hevur verið til viðgerðar millum Starvsmannafelagið og Føroya Tele. Og tað hevur uppsagnarmálið hjá Jákupi Danielsen ikki verið, sigur Gunleivur Dalsgarð.