Einki verkfall hesaferð! Starvsmannafelagið er av størstu fakfeløgum í landinum og setir seg vanliga fyrst við borðið, tá samráðingar á arbeiðsmarknaðinum standa fyri framman. So hevur eisini verið hesaferð.Verkfallið fyri tveimum árum síðani stendur óivað enn í minninum á teimum flestu, men hesaferð slepst undan verkfallið, tí semja er fingin í lag.
Partarnir hava undirskrivað semju, dagfest 8. apríl 2001. Sáttmálin er galdandi til 1. oktober 2003, tað merkir, at hann er galdandi í 2 ár og 7 mánaðir.
Einfaldari
Í nýggju semjuni verður m.a. sagt, at sáttmálin fevnir um nýggja og einfaldari lønarskipan, sum tryggjar eina rættvísa løn, har samsvar er millum starvsinnihald, ábyrgd og hvar starvsfólkið er í bygnaðinum ? uttan mun til á hvørjum stovni tey eru sett.
Nýggja lønarskipanin tryggjar somuleiðis javnstøðu millum kynini, tá ið lønin verður ásett. Lønarskipanin gevur ávísar lønarbetringar.
Talan er um lønarhækking uppá 7,5% í sáttmálaskeiðnum, stendur í semjuni millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið.
Eftirlønargjaldið verður hækkað 2,5% í sáttmálaskeiðnum, so hon samanlagt verður 8%.
Avtala er um framhaldandi at gera sáttmálan greiðari.
Tiltøk
Víðari stendur í nýggju semjuni, at avtala er um tiltøk at styrkja førleikamenning, eldrapolitikk, familjupolitikk og javnstøðu. Her er dentur lagdur á ein aktivan starvsfólkapolitikk, ið skapar grundarlag fyri góðum trivnaðar- og menningar møguleikum hjá almennum starvsfólki, og sum leggur dent á sambandið millum arbeiðslív og onnur lívsviðurskifti.
Semja er eisini um avtalu um rættindir í sambandi við møguligar umleggingar í almennum virksemi.
Her er ásett, at um virksemi hjá landinum verður yvirtikið av øðrum at reka, eiga tær avtalur rættindir og skyldur, ið landið hevur mótvegis starvsfólkunum, óskerdar at verða lagdar á tann, sum yvirtekur virksemið.
Partarnir enda semjuna við hesum orðum:
Partarnir fegnast um, at tað hevur eydnast at funnið eina nøktandi semju, ið eigur at skapa trygg og greið sáttmálaviðurskifiti og sum samtundis leggur dent á búskaparligan stabilitet.
Gunnleivur Dalsgarð, formaður Starvsmannafelagsins, Karsten Hansen, landsstýrismaður og Thomas Magnussen, deildarstjóri, hava tann 8. apríl skrivað undir semjuna.