Sparitiltøk
? Hetta minnir meg um politikkin í kreppuárunum.
Nú fíggjarlógin er til viðgerðar, er Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, ikki sørt ørkymlaður úttalilsum hjá oddafólkum í samgonguni um sparingar í almennu umsitingini.
Tað ørkymlar hann, at Løgmaður tosar um at leggja tað almenna undir lupp fyri at vita, um vit fáa nóg mikið fyri peningin.
Men ikki minst ørkymlar tað hann, at Kristina Háfoss, sum er fíggarpolitiskt framsøgufólk hjá størsta samgonguflokkinum, tjóðveldisflokkinum, og partamaður hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, hevur boðað frá, at tað almenna umsitingin skal spara upp til 200 milliónir komandi ár.
Tey flestu av teimum almennu starvsfólkunum eru limur í Starvsmannafelagnum , men formaðurin í felagnum skilir onki av tí, sum nú verður ført fram.
-?Halda politikarar, at almenna umsitingini ikki virkar nóg væl, skuldu teir heldur hugt at, hvussu yvirbygnaðurin er bólgnaður upp, tí tað er uttan iva líka nógv har, hundurin er grivin, sum tað er hjá vanligu starvsfólkunum longri niðri í skipanini.
?Tey alment løntu hava gjørt eitt dygdararbeiði, eisini í teimum truplu árunum í kreppuni og eg haldi framvegis ikki, at tey hava fingið tær sømdir, sum tey hava uppiborið, sigur hann.
Hann sigur, at sjálvsagt er Starvsmannafelagið altíð við til at menna størvini fyri at fáa almennu umsitingina at virka væl, og tað haldi eg eisini, at hon ger.
?At arbeiðsgevarar og løntakarar altíð eru við til at royna at gera arbeiðið so effektivt sum gjørligt, er ein púra natúrlig gongd, sum vit eisini taka lut í av fullum huga.
Kappað og kutað
? Men nú tykir tað mær sum um at umfatandi sparingar skulu gerast, bert við teirri grundgeving at spara pening, tí tað manglar í onkra aðrastaðni, og tað er ørkymlandi.
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at hetta minnir hann um sparipolitikkin í kreppuni í nítiárunum, tá ið tað varð kappað og kutað her og har fyri at fáa roknistykkið at ganga upp.
Hann sigur, at løgmaður hevur boðað frá, at hann ætlaði at greiða frá, hvørjar ætlanirnar eru.
?Men sum í so nógvum øðrum førum, havi eg heldur ikkisæð nakra ætlan á hesum øki. Og hvar tað skal sparast og hví, hvørja ávirkan fær tað og hvat fáa vit burturúr, eru alt spurningar, sum ongin hevur reist enn, tað eg veit.
Gunnleiv Dalsgarð leggur afturat, at skulu vit hava ætlaða fullveldi, er ein hin fremsta fortreytin, at vit hava eina almenna umsiting, sum virkar væl við vælútbúnum fólki, sum eru før fyri at átaka sær tær uppgávur, sum tað almenna skal hava.
? At kunngerða nú, at umfatandi sparingar skulu gerast hjá tí almenna, bara tí at peningur restar í á ymsum øðrum økjum, mátti verið ein ófatiliga vánaligur boðskapur at komið við.
? Fer tann ovasta, politiska leiðsla nú at kappa og kuta á summum økjum fyri at fáa pening til onnur øki, uttan at hugsa um avleiðingarnar, er hetta tað sama sum at gera skarvin yvir, leggur hann afturat.
Ein politisk kabal
Formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at tað ljóðar ógvusligt, tá ið politikarar knappliga stinga seg upp og boða frá sparingum í almennu umsitingini uppá 100-200 milliónir.
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at teir skuldu heldur tikið í egnan barm.
Politiska framsøgufólk tjóðveldisfloksins í fíggjarmálum, Kristina Háfoss hevur boðað frá, at eftir hennara tykki er tað nóg mikið við seks aðalstýrum, sum tað upprunaliga vóru.
?Hon hevur sagt alment, at tey trý aðalstýrini, sum sum eru komin afturat, eru skipað fyri at fáa eina politiska kabal at ganga upp.
Og tað er hugvekjandi, heldur Gunnleivur Dalsgarð tí nú sita vit eftir við eini kenslu av, at miðfyrisitingin er ikki bólgnað upp til níggju aðalstýri tí tað er neyðugt, men tí at tað var neyðugt fyri at fáa semju um eina samgongu og tað heldur hann ikki er ein saklig orsøk til at økja um miðfyrisitingina.
? Men hvat hendir so, tá ið tann politiski meirilutin aftur broytist?, Kunnu vit so vænta at vit fáa einn fleiri aðalstýri fyri at fáa semju um eina samgongu ella fyri at fáa eina politiska kabal at ganga upp?
Hann vísir á, at í Svøríki eru 22 fólk í stjórn, hóast tað er nógvar ferðir størri enn Føroyar, sum hevur níggju fólk í stjórn.
Hann veit, at tað er ikki heilt rætt at gera upp á hendan hátt, men hann vísir samstundis á, at afturímóti hevur svenska stjórnin nógv mál at umsita, sum vit ikki, bæði hernaðarmál, uttanríkismál o.s.fr.
Og hann vísir eisini á, at hóast funnist verður at, at almenna umsitingin er ov stór, verða nógvir arbeiðsbólkar settir við fólki, sum ikki arbeiða hjá tí almenna fyri at loysa ymsar uppgávur. Tað eru t.d. lógfrøðingar og onnur í privatari vinnu, sum brúka ein stóran part av tíðina til at arbeiða fyri tað almenna.
? Tað merkir, at hóast summi halda, at almenna umsitingin er ov stór, megnar hon als ikki at gera tað arbeiði, sum skal til og tí má tað almenna lata onnur í privatari vinnu gera ein part av arbeiðnum fyri almennu umsitingina.
? Logikkurin heldur ikki, staðfestir Gunnleivur Dalsgarð.
Eitt maktstríð
Annars heldur Gunnleivur Dalsgarð, at viðgerðin av fíggjarlógini, er blivin til ein maktstríð ímillum politikarar í samgonguni, heldur enn tað tað skuldi verið, ein viðgerð av veruleikanum.
? Hetta er ein politisk styrkiroynd. Tað prógva øll tey ósambæriligu sjónarmiðini, sum fólk úr teimum ymsu flokkunum í samgonguni hava sett fram í seinastuni.
?Tað er ringt at fáa eyga á nakran yvirskipaðan politikk og tað tykist ikki sum um nakar veruliga veit, hvønn veg vit ganga.
?Tað eru nógvir leysir endar í fíggjarlógini, tí sum er gera politikarar í samgonguni nógv burturúr at draga í hvør sína ætt. Ein vil hava pening sett av til tað og tað endmálið, ein annar til okkurt annað endamál, ein annar tosar bara um skattalætta, ein triði um sparingar o.s.fr.
?Og tað er ótruliga ábyrgdarleyst og tað vísir, at tað er ongin yvirskipað ætlan, men at fíggjarlógin er ein styrkiroynd fyri at vísa, um samgongan heldur ella ikki.
?Tað hevur verið sagt, at tað ber væl til at spara hjá tí almenna, tí tað privata vinnulívi hevur trot á arbeiðsmegi?
?Ja, tað er ein spurningur, sum politikarar mugu greiða nærri frá. Er ætlanin at leggja tað privata og tað almenna saman, tá ið hildið verður, at tað ber til at slúsa fólk ímillum uttan víðari? Og tað er als ongin sum sigur, at tað privata júst hevur brúk fyri fólki við teimum førleikum, sum almenn starvsfólk hava.
?Tað, sum føra slíkt fram, hava skyldu til at greiða frá hesum. Tey, sum siga, at tað ber til, eiga at eisini at greiða frá, hvussu tað ber til. Hvussu við lønarligu viðurskiftunum í sambandi við flytingina, trygdini í starvinum og túsundtals arðir spurningar.
Samanumtikið sigur Gunnleivur Dalsgarð, at tað eru so nógvir leysir endar í fíggjarlógarviðgerðini, at Starvsmannafelagið hevur gjørt av at tiga fyribils um pástandin um sparingingar, inntil greiða fæst á, hvør ætlanin er.
? Stórur partur av tí, sum higartil er ført fram, eru tankar, sum eru slongdir út, uttan at hugsað verður um avleiðingarnar og tað er ikki serliga álitisvekjandi.
Starvsmannafelagið skal uppí
Annars leggur Gunnleivur Dalsgarð dent á, at so umfatandi broytingar hjá tí almenna, sum summir politikarar hava boðað frá, verða ikki framdir uttan so, at Starvsmannafelagið, starvsfólkini og álitisfólkini eru tikin vIð í viðgerðini.
-?Slíkar broytingar verða undir ongum umstøðum framdar uttanum Starvsmannafelagið, tí tað stendur í sáttmálanum, at munandi broytingar skulu ikki gerast í starvsviðurskiftunum uttan í samráð við starvsfólk og Starvsmannafelag.
? Men tað mátti eisini verið so sjálvsagt, leggur hann afturat.










