Starvsmøguleikar í formel 1

Nýggja japanska liðið í formel 1 Super Aguri, ið fyrrverandi formel 1 koyrarin Aguri Suzuki stendur á odda fyri, hevur søkt um upptøku í formel 1, og hóast liðið enn ikki hevur fingið svar, so søkja tey eftir alskyns starvsfólkið, alt frá royndum formel 1 tøkningum og sniðgevum til reingerðarfólk.

 
Liðið hevur høvuðsstøð í fyrrverandi Arrows høvuðstøðini The Leafield Technical Centre í Oxfordshire. So um tú ert vaskikona ella skrivstovufólk, ið hevur hug til at starvast í formel 1, er hetta kanska møguleikin. Liðið hevur higartil ikki kunngjørt nógv um starvsfólk o.a., men tað skilst, at fyrrverandi BAR-Honda koyrarin Takuma Sato hevur fingið tilboð um at koyra bilin, motorurin verður Honda, og tekniski stjórin verður Mark Preston, ið fyrr hevur arbeitt fyri Arrows og McLaren.