Uttanríkstænastan á løgmansskrivstovuni tørvar starvslesandi til sendistovur Føroya í Keypmannahavn, Brússel og Reykjavík.
- Nú nærkast freistin til, at sendistovurnar og føroysku stjórnarráðini taka inn starvslesandi til fyrru hálvu í 2013.
Tað sigur løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.
Lagt verður aftrat, at í hesum umfari taka sendistovurnar í Keypmannahavn, Brússel og Reykjavík ímóti starvslesandi, og freistin at søkja er mánadagin hin 8. oktober 2012.
- At vera starvslesandi gevur tær eina góða lívsroynd, og fyri sendistovuna og landsfyrisitingina ert tú ein virðismikil arbeiðsmegi, sigur løgmansskrivstovan sum annars vísir til sína heimasíðu.