Starvslønir: 117 søktu um 40 milliónir

Gravgangur er eftir almennu starvslønunum, sum Mentanargrunnurin letur

Mentanargrunnur Landsins letur einaferð um árið stuðul til starvsløn og íverksetan.

Í ár fekk grunnurin 117 umsóknir, og søkt var um 40,5 milliónir krónur.

– Grunnurin fekk nógvar dygdargóðar umsóknir í ár, og sera torført hevur verið at taka dagar ímillum innkomnu umsóknirnar, sigur Mentanargrunnurin í fráboðan, nú starvslønirnar eru lætnar.

Grunnurin hevur 3,350 milliónir krónur at lata til starvslønir og íverksetanarstuðul. 40 umsøkjarar fingu stuðul í hesum umfari.

Les eisini: Hesi fáa starvsløn