Starvsfólkini hava sagt farvæl við gamla Umlættingarheimið

Hvat hendir við húsinum er enn óvist

– Tað var við sorgblídni og tó við gleði, at starvsfólkini á Umlættingarheiminum í Havn í dag pakkaðu saman og søgdu gamla stovninum farvæl.

 

Soleiðis fortelja tey á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu í dag.

 

– Øll tey sjey starvsfólkini í føstum størvum og tey tímaløntu, hava øll fingið tilboð um starv á URD, nýggja umlættingar- og endurmenningardeplinum við Rólantsgøtu í Hoyvík.

 

Húsið er gamalt, Christian Holm bygdi tað í síni tíð og kommunan keypti tað til fyrisiting seinni. Bæði sosiala deild og mentamáladeildin hava hildið til í húsunum, og seinni hevur dagrøktin eisini hildið til har.

 

Byrjað var so smátt við umlættingini í 1984, so hetta er 37. árið at Umlættingarheimið er virkið. Tvey av starvsfólkunum, Anna av Reyni og Arngerð Mørk, hava verið við øll árini.

 

Í dag var lítil samkoma í sambandi við, at Umlættingarheimið letur aftur, har borgarstjórin helt stutta røðu og takkaði fyri drúgva tænastu.

 

– Hvat hendir við húsinum er enn óvist, men fyrbils verða tey sjey kømrini brúkt til summarferiuavloysarar, siga tey frá kommununi.