Starvsfólk hjá bilframleiðara óttast uppsagnir

KÖLN: Á verksmiðjuni hjá Ford í Köln í Týsklandi hava starvsfólkini ilt í búkinum í løtuni sambært fakfelag teirra, IG Metal. Ein talsmaður fyri fakfelagið upplýsir, at 3.200 størv helst hvørva.

 

Harvið verður tað ein munandi partur av teimum 14.000 starvsfólkinum, sum kunnu vænta at verða rakt av spariknívinum. Tað skrivar týska tíðindastovan dpa.

Leiðslan í Ford hevur einki sagt enn. Men í gjár kunna lokala fakfelagið limirnar um ætlanina.

Sambært dpa er Ford komið í trupulleikar, tí bilframleiðslan serliga hevur snúð seg um klassiskar bilar við brennievnismotori, meðan brúkarin vil hava ein elbil.

Tann umleggingin er í gongd við nýggjum íløgum.

Sambært IG Metall ynskir Ford at miðsavna seg í USA.

/ritzau/