Fýra starvsfólk eru heiðrað fyri trúgva og drúgva tænastu í dagstovninum við Kráir, sum er í Hvalvík.
Tær, ið vórðu heiðraðar eru:
Magnina Djurhuus, ið hevur starvast við Kráir í 20 ár, Anna Maria Sivertsen í 19 ár, Mary Eiðisskarð í 18 ár og Jana Mouritsen í 16 ár.
– Vit takka teimum øllum fyri drúgva tænastu og ynskja teimum hjartaliga til lukku við heiðrinum, skrivar Sunda kommuna á heimasíðu síni í dag.