Starvsfólk á sjúkrahúsum skulu avdúka yvirgangsmenn

Vanliga skulu læknar og sjúkrarøktarfrøðingar á sjúkrahúsum taka sær av sjúklingunum, men í Bretlandi hava hesir bólkarnir fingið eina nýggja uppgávu.

-Um heilsustarvsfólkini hava illgruna um, at ein persónur er uppi í onkrum politiskt víðgongdum virksemi, sum kann skaða hann sjálvan og lokalsamfelagið, skulu tey hava møguleikan at siga frá, sigur Sir Peter Faly við sjónvarpið Al Jazeera.

 

Sir Peter Faley stendur á odda fyri teirri serligu Prevent-løgregludeildini. Deildin er eitt úrslit av yvirgangsatsóknini at undirgrundarbreytini í London í juli í 2005, og hennara uppgáva er at forða fyri yvirgangi í Bretlandi. Deildin hevur sett fleiri tiltøk í verk, og hetta við starvsfólkunum í heilsuverkinum er tað seinasta, sum er komið afturat.

 

-Tað eru tey, sum halda, at hetta er tað sama, sum at tað almenna skal halda eygað við vanligum fólki, men so er ikki. Tað snýr seg um at fáa lokalsamfelagið og ymsar stovnar við í arbeiðið at forða fyri yvirgangi við at siga frá, um tey varnast fólk, sum eru á veg út í okkurt víðgongt, sigur Sir Peter Faly við Al Jazeera.

 

Skjøl, sum sjónvarpsstøðin hevur fingið fatur á, vísa, at starvsfólk á sjúkrahúsunum hava fingið serliga venjing í, hvussu tey skulu fylgja við sjúklingum og teirra atferð. Eitt nú skulu tey hava eitt vakið eyga við sjúklingum, sum hava persónligar trupulleikar ella arbeiðsloysi at stríðast við.

 

Fakfeløgini hjá bretsku heilsustarvsfólkunum eru ikki serliga fegin um ta nýggju uppgávuna, sum teirra limir hava fingið, men myndugleikarnir vísa á, at tiltakið kann forða fyri, at ung fara undir okkurt slag av víðgongdum virksemi.