Tey sum eiga løn til góða hjá Dimmalætting fáa bara 2,8 prosent av lønarkrøvunum. Tað er greitt, nú búgvið eftir húsagangin er endaliga uppgjørt.
Húsagangurin hjá Dimmalætting hevur kostað kravánarunum nógv. Nú búgvið verður gjørt boðar Føroya Skiftirættur frá, at býtispeningurin – ella dividendan, er 2,8 prosent – til »grein 95 krøv«, sum bara umfatar lønarkrøv. Tað merkir, at tey, sum eiga pengar til góðar hjá Dimmalætting hava mist alt. Talan er um fleiri milliónir krónur.
Tað var beinanvegin greitt, at tey einastu, sum kundu vænta sær nakað burtur úr búnum, eru tey, sum høvdu løn til góðar. Og tað eru tey, sum nú kunnu rokna við at fáa 2,8 prosent av góðkendu lønarkrøvunum.
Tað er felagið, sum fram til 16. september í fjør æt Sp/F Dimmalætting, har Árni Gregersen var stjóri og Eyðfinnur Reyðberg var nevndarformaður, ið nú er uppgjørt. Seinasta útgávan av Dimmalætting kom út 13. september í 2013. Tá gjørdu eigararnir eina roynd at flyta virksemið í eitt dótturfelag fyri at sleppa undan skyldum hjá felagnum. Endin var kortini tann, at feløgini fóru í skiftirættinum undir trotabúsviðgerð.
Bústjórin, Sigmund Poulsen, umstoytti broytingarnar í feløgunum, og tí er tað felagið Sp/F Dimmalætting, sum í veruleikum er uppgjørt. Tað felagið fekk við broytingini hjá gomlu eigarunum navnið Sp/F Bring.
Føroya Skiftirættur boðar nú frá, at endaligur skiftfundur verður í Skiftirættinum 24. juni til staðfesting av uppskoti til roknskap og útluting við eini dividendu upp á 2,8 prosent.