– Vit hava í dag verið og heilsað upp á verkafólk, sum eru á vakt á Hjalla, og hava eisini verið ein túr framvið á skrivstovuni hjá Føroya Arbeiðarafelag, har nógv góð fólk eru til arbeiðis úr arbeiðarafeløgunum.
Soleiðis skrivaði Starvsfelagið í gjár.
– Vit vildu vísa arbeiðarafeløgunum okkara framhaldandi stuðul og samhaldsfesti í teirra stríði fyri eini betri løn, sum tey sanniliga hava uppiborið.
– Stríðið hjá arbeiðarafeløgunum er eisini týdningarmikið fyri okkum í Starvsfelagnum, tí úrslitini frá hesum verkfallinum fara at ávirka okkara samráðingar við Føroya Arbeiðsgevarafelag seinni í ár, tá sáttmálarnir hjá Posta, Føroya Tele og Vága Floghavn ganga út.
– Vit vilja enn einaferð minna okkara limir á, at vit nokta okkara limum at taka upp verkfalsrakt arbeiði.
##med2##
– Takk fyri tykkara áhaldandi stríð, Verkafólk. Tit hava okkara fulla stuðul, sigur Starvsfelagið.